Kommunupolitikkur
Ótrúliga arrogant. Væntandi virðing fyri hinum kommununum. Framferðin kann ikki góðtakast.
Hetta eru nakrar av skuldsetingunum og atfinningunum, sum nú skola niður yvir Tvøroyrar Býráð.
Tað eru bygdaráðslimir í Porkeri, sum eru so ónøgdir við framferðina hjá Tvøroyrar býráð, at samstarv ímillum kommunurnar í Suðuroy nú er sett í vanda.
Á fundi í bygdaráðnum týskvøldið, umrøddu porkenningar spurningin um at seta á stovn felags barnavernd fyri alla Suðuroy.
Nú barnaverndin skal leggjast undir kommunurnar, gjørdu porkenningar rættiliga tíðliga vart við seg í hesum máli og mæltu til at ein felags barnaverd verður skipað fyri alla oynna. Teir bjóðaðu sær eisini til at geva henni høli til umsitingina.
Allar kommunurnar hava svarað aftur so hvørt, at tær taka undir við hesum.
Uttan Tvøroyrar Kommuna!
Bygdaráðið í Porkeri hevur tí rykt Tvøroyrar Kommunu eftir svarið og fáa nú at vita, at Tvøroyrar Býráð tekur undir við einar felags barnavernd.
Men samstundis ger Tvøroyrar Býráð greitt, at tað er í ferð við at stovna eina sosiala deild á Tvøroyri.
Hinar kommunurnar í Suðuroy hava fingið at vita, at tær eru vælkomnar at brúka sosialu deild sum umsiting hjá eini felags barnaverd. Vera tær ikki við, ætlar Tvøroyrar Kommuna at skipa sína egnu barnavernd einsamøll. Tað skulu 1500 fólk til at skipa eitt barnaverndarøki og sostatt er Tvøroyrar Kommuna nóg stór til at skipa sína egnu barnavernd.
Og tað er hetta, sum ger vónbrotið í Porkeris bygdaráðið so stórt.
Her var endiliga eitt mál, sum allar kommunur í Suðuroy kundu samstarva um. Men tað, sum Tvøroyrar Kommuna ger, hevur onki við samstarv at gera. Hetta eru eini kravboð og diktatur, halda bygdaráðslimir í Porkeri.
Teir halda eisini, at framferðin hjá Tvøroyrar Býráði kann als ikki góðtakast, siga bygdaráðslimir í Porkeri.
Teir siga, at meinti Tvøroyrar Býráð nakað við samstarv, høvdu tey tikið allar kommunurnar í Suðuroy við frá fyrsta degi, ístaðin fyri at arbeiða í loyndum við eini sosialari deild og so krevja, at allar hinar kommununurnar skulu, skulu tengja seg uppí hana.
Hetta er at leggja trýst á hinar kommunurnar og tað er ein sera vánalig byrjan uppá eitt samstarv.
Kortini var víst, at tað var ikki heilt rætt, at ongar samráðingar hava verið, tí allar kommunurnar hava viðgjørt útspælið frá Tvøroyrar Býráð og tær hava eisini fingið síni sjónarmið í sáttmálan, sum ætlanin at gera um sosialu deild á Tvøroyri. Víst var eisini á, at tvær barnaverndir í Suðuroy verða dýrari enn ein felags barnavernd.
Felags barnavernd í klønum tráði
Bygdaráðslimirnir í Porkeri eru so forsyndaðir inn á Tvøroyrar Býráð, at høvdu teir atkvøtt á fundinum týskvøldið um eina felags barnaverd fyri alla Suðuroy, hevði uppskotið helst verðið felt.
Ìstaðin samtykti bygdaráðið í Porkeri at útseta málið til næsta fund. Hesar komandu dagarnar skal bygdaráðið so tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy fyri at vita, hvørja støðu tær hjava til útspælið hjá Tvøroyrar Býráð á barnaverndarøkinum - um tær góðtaka framferðina, ella um ein barnavernd skal stovnast fyri suðuroyar syðru helvt.
Bygdaráðslimir í Porkeri vilja eisini hava at vita frá Tvøroyrar Býráð, hvat suðuroyingar kunnu vænta av kommunalum samstarvi frameftir.
Eitt, sum teir vilja hava at vita í hesum føri, er hvørja støðu Tvøroyrar Byráð hevur til ellis- og røktarheimið, sum ætlanin er at byggja í Vági.
Í tí sambandi ætlaða ellis- og røktarheimið í Vági, hevur Tvøroyrar Býráð verið sera trekt at siga sína hugsan.
Tað, sum fyribils hevur verið at frætt frá Tvøroyrar Býráð, er, at tey vilja ikki vera við í einum ellis- røktarheimi í Vági.
Áðrenn Poerkeris Bygdaráð tekur støðu til ætlanina um eina felags barnavernd undir einari sosialari deild á Tvøroyri, vilja tey hava at vita, um Tvøroyrar Býráð er sinnað at samstarva við hinar kommunurnar í oynni um eitt ellis- og røktarheim í Vági.
Skal talan vera vera um samstarv, kann talan ikki bara vera um samstarv um tað, sum hóvar Tvøroyrar Býráð, siga bygdaráðslimir í Porkeri.