Taktiskur Ottesen vann kortspælið

Dia Midjord, venjari hjá VÍF, kom langt við sínum essi, men hann var ov stuttur tá avtornaði. – Eg spældi kortini rætt, tí vit høvdu fleiri kreftir seinastu løtuna, sigur Jan Ottesen

Jan Ottesen kundi endiliga lata seg fagna, tá Gert Hansen fór í skjótálop í síðsta álopinum. Hann sendi framvið Eli Muller. 27-25 til KÍF.
- Eg eri errin av mínum spælarum, sigur Jan Ottesen.
Eftir eitt langt, drúgt og taktiskt kortspæl millum venjararnar, hava kollfirðingar beina kós í finaluna.
Jan Ottesen hevði betri kort á hondini, tá kortspælið byrjaði. Venjarin hjá KÍF hevur ein breiðari hóp, og fleiri fólk at velja ímillum, enn Dia Midjord, venjari hjá VÍF. Hinvegin hevði ovastin hjá vestmenningum eitt ess í hondini, sum hann kom langt við. Ein stórspælandi Eli Muller millum stengurnar. Eitt slíkt kort hevði Jan Ottesen ikki.

Ottesen var taktiskur
Dia Midjord legði bragdliga fyri.
Tað kom illa við hjá Jan Ottesen, at Arnbjørn Hansen fekk reytt kort eftir 10 minuttum. Hansen steðgaði Sámal Jákupi Djurhuus, sum var á veg í skjótálop, og dómararnir vístu kollfirðinginum av vøllinum.
VÍF fór framum við fýra málum í fyrra hálvleiki, og KÍF rann bara aftaná. Eli Muller vardi meistarliga fyri í fleiri førum, meðan Dia Midjord fekk eisini nógv burtur úr Áka G. Olsen, sum var toppskjútti hjá VÍF.
Jan Ottesen skifti nógv út. Tað tóktist sum, at venjarin visti ikki, hvat loysti seg best. Samstundis fóru Dia Midjord og VÍF frá kollfirðingum.

Goymdi orkuna
Jan Ottesen gagnnýtti hinvegin sín fyrimun at hava breiðari hóp. Umframt tað, var hann heppin í kortspælinum. Essið hjá Dia Midjord viknaði í seinna hálvleiki.
- Munurin á fyrra hálvleiki og seinna hálvleiki er fremst av øllum Eli Muller. Hann stendur ikki eins væl eftir steðgin. Tað skal eisini sigast, at tað er meira veiggj í okkara álopsspæli eftir steðgin, sigur Jan Ottesen.
Tað kom illa við hjá Dia Midjord, at orkan hjá vestmenningum gekk spakuliga undan. Hann hevði ikki somu kort, ella eins breiðan hóp, at velja millum sum mótstøðumaðurin. Tað visti Jan Ottesen.
- Eg spældi kortini rætt, tí vit høvdu fleiri kreftir seinastu løtuna. Vit spæla ikki væl, og dysturin er rótutur, heldur venjarin hjá KÍF.
Kollfirðingar fóru framum, tá fimm minuttir restaðu í. VÍF royndi at trýsta, men KÍF tóktist hava tamarhald á støðuni. Kollfirðingar vunnu 27-25, og Jan Ottesen vann taktiska kortspælið móti Dia Midjord. Venjarin hjá VÍF kundi ikki spæla síni kort stórvegis øðrvísi, enn hann gjørdi.

Nærkast finaluni
KÍF er nú fimm stig framman fyri VÍF, sum er nummar trý. Kollfirðingar hava eisini spælt ein dyst færri.
KÍF hevur beina kós í finaluna, og gamla og slitna vendingin, at ‘nú taka vit bara ein dyst í senn og síggja, hvussu langt tað røkkur,’ liggur ikki til Jan Ottesen.
Hann veit, at líkindini er stór fyri, at KÍF verður í finaluni.
- Nú sær sera ljós út, og vit tóku eitt risa fet nærri finaluplássinum í dag. Vit kunnu bara takka okkum sjálvum, um tað gongur galið, slær Jan Ottesen fast.

----------------------------

Dagsins maður: Eli Muller. Málverjin hjá VÍF var stórspælandi í fyrra hálvleiki, og hann hevði eisini fleiri bjargingar eftir steðgin. Tað var hinvegin ikki nógmikið.