Umframt formansvalið, sum varð umrøtt í blaðnum í gjár, so var nevndarval eisini á skránni, tá FSF hevði aðalfund leygardagin.
Fyri vali stóðu Rúni Heinesen, Karl Vidtfeldt og Christian Andreasen, og av hesum hevði Christian Andreasen borið seg undan afturvali. Hartil var sessurin hjá Óla Holm leysur, eftir at hann nú var vorðin formaður, og soleiðis skuldu fýra nevndarlimir veljast.
Hesir skuldu finnast millum teir fimm, Per Hansen, Rúni Heinesen, Bjarki Mohr, Magnus á Stongum og Karl Vidtfeldt, og samtykti fundurin, at teir tríggir fyrstvaldu skuldu veljast fyri tvey ár, meðan tann fjórðvaldi skuldi taka seinasta árið av skeiðnum hjá Óla Holm.
Taktist spæl
Og tað stóð skjótt greitt, at nakað av taktiskari telving var farin fram undan valinum. Tað hevði annars ljóðað í krókunum, at fleiri av feløgunum høvdu ætlað sær at stemmað Karl Vidtfeldt úr nevndini, men støðutakanin hjá B36 í formansvalinum broytti helst hetta.
B36 var nevnliga eitt av feløgunum, sum skeyt Christian Andreasen upp til formansevni, og uttan at slíkar avtalur á nakran hátt kunnu staðfestast, so merkti hetta helst, at felagið samstundis misti fleiri møguligar atkvøður fyri sínum valevni til nevndarvalið.
Og um nakað, so gjørdist hetta enn sjónligari, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp. Tað gjørdust nevnliga Bjarki Mohr og Magnus á Stongum, sum fingu flestu atkvøðurnar, meðan hinir tríggir so máttu berjast um teir báðar seinastu sessirnar. Per, Rúni og Karl umboða ávíkavist B36, KÍ og B71, og júst hesi vóru millum teirra, sum høvdu Christian Andreasen í uppskoti.
Endaliga úrslitið varð, at Rúni og Karl fingu 17 atkvøður hvør, meðan Per fekk 13, og soleiðis ikki varð valdur í nevndina.
Tiltakslimir skuldu tó eisini finnast, og her varð Per Hansen annað av uppskotunum, meðan Mortan Poulsen eisini varð skotin upp, og teir báðir vórðu so valdir í hesar sessirnar uttan atkvøðugreiðslu.
Sostatt er nýggja nevndin í FSF mannað soleiðis: Óli Holm, formaður, Niklas á Líðarenda, næstformaður, Jens Erik Magnussen, Rúni Heinesen, Bjarki Mohr, Magnus á Stongum og Karl Vidtfeldt.