Vit vistu, at Paul Watson kom, men fingu ongar upplýsingar frá løgregluni, hvar hann lá. Fjølmiðlarnir máttu finna hann, og tað gjørdu teir eisini.
Síðan hevur alt verið dult sum mansmorð, og hetta førir við sær, at fjølmiðlarnir halda tað vera spennandi at fylgja í kjalarvørrinum hjá Ocean Warrior og hansara atsóknum.
Paul Watson hevur fingið at vita, at hann er óynsktur í Føroyum. Hann hevur eisini fingið eina bót á 50.000 krónur fyri at bróta útlendingalógina. Ein høvuðsorsøk var, at hann ikki hevði aktað boðum og hevði verið inni í føroyskum sjógvi.
Nú hevur hann so verið sightseeing bæði í Hestfirði og í Vestmannasundi, og løgreglan hevur enn einki gjørt við hann. Um hann fær enn eina bót ella talan verður um handtøku av manninum hesaferð, kann bert tíðin vísa.
Hendir einki, kunnu vit staðfesta, at Paul Watson spælir hund við løgregluna. Hann fekk bót fyri at vera eitt sindur innanfyri, men hevur seinni verið langt og leingi innanfyri.
At fjølmiðlarnir ikki fáa at vita, hvørja ætlan løgreglan hevur, tað er ikki so løgið. Slíkt skal man ikki hava at vita. Men samskifti millum politi og fjølmiðlar kundi verið eitt sindur frægari.
Tað er jú ein sannroynd, at dylir tú nakað fyri fjølmiðlunum, so gera hesir ofta meira burturúr. Fleiri upplýsingar frá løgregluni høvdu eftir mínum tykki tikið broddin av sensatiónini, ið allir so fegnir vilja borðreiða við.
Kanska er talan um taktikk frá løgregluni. Men tað hongur ikki saman, tá Watson fær bót fyri at hava verið eitt sindur innanfyri, men einki hendir, tá hann hevur verið heilt inni á føroysku firðunum.
Hvussu verður løgregla okkara umtalað í útlondum, tá hetta er mannagongdin?oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.
Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.
Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.
Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.
Áki Andreasen