Cristiano Ronaldo fanst eftir tapið móti Barcelona at takstiska upplegginum hjá Manchester United, sum hann ikki helt vera nóg gott. – Taktikkurin var ikki nóg góður, og alt gekk galið. Vit vóru bara við í dystinum í 10 minuttir, og eftir hetta funnu vit ongantíð okkum sjálvar aftur, segði superstjørnan hjá United, sum kanska spældi sín seinasta dyst fyri felagið í gjár. Í øllum førum er lítið at ivast í, at skrivingin um framtíð hansara aftur fer at fylla nógv í enskum og sponskum miðlum í summar.