Fríggjadagin segði Trygvi Mortensen við Sosialin, at hann ikki trúði so nógv upp á taktikk í einum finaludysti. Men tað vísti seg nokk so tíðliga í kvinnufinaluni, at eitt sindur av taktikki var við hjá Tjaldri – og tað riggaði.
– Vit høvdu fyrireikað okkum væl, so vit vistu, hvussu vit skuldu taka Stjørnuna. Fyrst og fremst løgdu vit dent á verjuspælið, samstundis sum vit høvdu fyrireikað okkum uppá, hvussu Stjørnan fór at taka ímóti okkum, tá vit høvdu álop, segði 43 ára gamli venjarin hjá Tjaldri, sum eftir dystin stóð gjøgnumbloyttur við handklæði um herðarnar.
– Lagið er øgiliga gott í umklæðingarrúminum nú, og tað fingu bæði eg og Damir, hjálparvenjarin, at kenna. Vit blivu undirdíktir í bæði vatni og sjampanju, so nú havi eg karm.
Samstundis sum taktikkurin helt, hevði Trygvi alla orsøk til at vera nøgdur við avrikið hjá sínum spælarum:
– Verjuspælið riggaði øgiliga væl, og sum dysturin háttaði seg, komu skjúttarnir eisini veruliga til sín rætt. Adina og Simona vóru ótrúligar og skutu 21 av teimum 26 málunum, men alt telur við.
Hóast ikki ókendur frá hondbólti, so er Trygvi Mortensen eitt rímiliga óskrivað blað sum hondbóltsvenjari, og steypafinaluna hevði hann fyrr bert roynt sum dómari.
– Ja, eg kenni hesar fantastisku karmarnar aftur, tí eg havi verið við til at dømt onkra finalu. Men at koma higar sum venjari og uppliva alt hetta, var heilt fantastiskt og ótrúliga stuttligt, segði hann.
– Tá eg tók við sum venjari í heyst, setti eg mær fyri, at vit bæði skuldu í steypafinaluna og FM-finaluna. Nú hava vit so verið í aðrari og vunnið hana, so nú fara vit at kappast víðari við Stjørnuna og Neistan um at koma í hina eisini.