TAKS: Vit eru til reiðar

Fyrsta januar fekk lógin um flatskatt gildi, og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at teir eru til reiðar at avgreiða lønir og skatt.

- Tað vóru nakrir hektiskir dagar upp undir jól fyri at fáa sett eina nýggja skipan í verk, men royndarkoyringar vísa, at vit hava onga orsøk at óttast fyri, at hon ikki virkar, sigur Eyðun Mørkøre.

Hinvegin verður helst ein trupulleiki við skattingini av eftirlønunum, tí bankar og eftirlønargrunnar hava boðað frá, at teir ikki eru til reiðar við nýggjum skipanum, fyrr enn 23. januar. Tí mæla hesir til, at eftirlønir ikki verða útgoldnar fyrr enn tá.

- Flestu løntakarar fáa løn síðst í mánaðinum, og hjá teimum skuldi eingin trupulleiki verið. Men tað eru eisini tey, sum fáa vikuløn, og har verður mælt til at bíða til 23. januar. Tað ber tó saktans til at fáa lønina útgoldna, og so bíða við eftirlønini, sigur Eyðun Mørkøre.

Hann sigur, at frá teirra síðu er klárt at skatta eftirlønir við inngjald.

- Okkara starvsfólk hava, saman við okkara høvuðsveitara, Elektron, lagt eitt stórt arbeiði í at fáa alt klárt til fyrsta januar. Og vit hava sum sagt onga orsøk til at halda annað enn, at vit eru klár, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.