Treisknið hjá Eyðun Mørkøre og Taks loysti seg. Nú skulu gøtumenn gjalda landskassanum skatt av 152,5 milliónum
Dómur er fallin í Hægstarætti, og TAKS hevur vunnið. Gøtumenn skulu nú gjalda skatt av sølupenginum upp á 152,5 milliónir krónur. Bæði Føroya Rættur og Landsrætturin góvu annars partaeigarunum viðhald í, at sølan ikki skuldi skattast.