Taks tódnar

Hóast sjey ársverk verða spard burtur á Taks, roknar stjórin við at halda tørn, soleiðis at almenni skattainnkrevjarin klárar at loysa allar uppgávurnar hjá stovninum.

- Effektiviseringar, rationaliseringar og automatiseringar spara okkum nógva arbeiðsmegi, sigur Eyðun Mørkøre.

Orsøkin til sparingarnar er, at Taks skal halda eina játtan, sum reelt minkar ár eftir ár. Taks hevur boðað frá, at stovnurin skal spara 2,5 milliónir krónur, árini frá 2014 til 2017.

Í 2009 vóru 132 ársverk í Taks, eftir nýggjasta spariumfarið eru ársverkini tódnað niður í 111.

Hoyr samrøðu við Eyðun Mørkøre: