Taks skal møta í rættinum

Ein sjómaður metir seg ikki skula rinda í eftirlønarskipanir bæði í Norra og í Føroyum. TAKS og skatta- og avgjaldskærunevndin er ósamd. Nú vil sjómaðurin royna sakina í rættinum.

Skulu føroyingar, sum sigla undir norsku NIS- og NOR skipanunum, rinda eftirløn í Føroyum umframt at rinda í norska Folketrygd?

 

TAKS sigur, at teir skulu, men føroysku sjófólkini siga nei. Tí hevur ein sjómaður valt at fara í rættin við TAKS, fyri at fáa eina endaliga avgerð í hesum prinsipiella máli.

 

Rinda eftirløn í Folketrygd

 

Dánjal Jákup Meinertsson er næstformaður í Antares, ið er áhugafelagsskapur fyri teirra, ið starvast uttanlanda. Hann sigur, at tey sjófólk, ið sigla undir norskum skipanum, rinda 8.2% av lønini til Folketrygd, ið er ein sosial trygdarskipan, ið m.a. inniber eftirløn.

 

Umframt at rinda í Folketrygd, eru tey lógarkravd at rinda 2% í føroysku eftirlønarskipanina.

 

- Tað, ið vit meta sum prinsipielt er, at tá tú arbeiðir í einum øðrum norðurlandi, so rindar tú í sosialar skipanir eftir lóggávu í tí landinum har tú arbeiðir – ikki bæði í Norra og í Føroyum, sigur Dánjal Jákup Meinertsson.

 

- Vit eru fevndir av norðurlendskari avtalu um sosialar tryggingar

 

Dánjal Jákup Meinertsson sigur, at Antares hevur víst myndugleikunum á, at føroysku sjófólkini eru tryggjaði sambært Nordisk Konvention om social sikring. Konventiónin er ein millumtjóða sáttmáli, ið m.a. regulerar viðurskiftir viðvíkjandi sosialum veitingum og hvat tú rindar, tá tú t.d. býr í Føroyum og arbeiðir í Norra.

 

Sambært Dánjal Jákup Meinertsson, so stendur tað í sáttmálanum, at “ydelser ved alderdom” er við í tí trygging, ið tú rindar til í landinum, har tú starvast.

 

- Tað vil siga, at eftirlønir eru fevndar av sáttmálanum, tí vit tulka tað eftirlønina undir “ydelser ved alderdom”, sigur Dánjal Jákup Meinertsson.

 

Bæði TAKS og skatta- og avgjaldskærunevndin siga, at eftirlønin, ið sjófólkini rinda í Føroyum, ikki er fevnd av norðurlendska sáttmálanum. Orsøkin er, at eftirlønin skal verða ein sosial trygging, ið er givin eftir “lovbestemte kriterier” og tað meta tey ikki, at pensjónin í hesum føri er. Pernsjónin er ein avtala millum arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran, siga TAKS og skatta- og avgjaldskærunevndin.
Tey siga víðari, at fólkapensjónin, harafturímóti, er eitt dømi um eina sosiala trygging, ið er givin eftir “lovbestemte kriterier”, tí har er tú við lóg bundin at rinda.

 

- Hesum eru vit grundleggjandi ósamdir í, tí vit eru eisini lógarbundnir at rinda 2% í okkara egnu eftirløn. Tað er ikki eitt val, ið vit sjálvir hava gjørt. Er talan um eina avtalu millum arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran, so eigur eitt tilvitað stig at verða tikið at stovna eftirlønina. Tað er ikki gjørt í hesum føri. Lógin áleggur okkum at rinda, sigur Dánjal Jákup Meinertsson.

 

Royna nú málið í rættinum

 

- Vit hava kært avgerðina hjá TAKS til skatta- og avgjaldskærunevndina, men hon staðfesti avgerðina hjá TAKS, at vit skulu rinda eftirløn í Føroyum eisini. Tí fara vit í rættin við málinum. Vit meta ikki, at tað kann verða rætt, at vit verða kravdir at rinda eftirløn í tveimum londum, enntá tá tað er staðfest í einum millumtjóðasáttmála, at vit ikki eiga tað, sigur Dánjal Jákup Meinertsson.

 

Dánjal Jákup Meinertsson sigur víðari, at teir hava fyrr fingið viðhald eini líknandi sak. Tá var talan um gjaldið til Heilsutrygd. Tá var kært til kærunevndina í almanna- og heilsumálum og víst var á, at sambært stýriskipanarlógini §55, so hevur ein løgtingslóg ikki gildið í tí føri hon gongur ímóti einum millumtjóðasáttmála, ið Føroyar hava við onnur lond.

 

- Tað brúka vit eisini sum argument í hesum føri. Eftirlønin er tvungin við lóg og lógin gongur ímóti millumtjóðasáttmálanum, ið regulerar eftirlønarviðurskiftini hjá okkum, sigur Dánjal Jákup Meinertsson.

 

TAKS hevur onga viðmerking til málið í løtuni. Av tí at málið er ávegis í rættin, vilja tey lata tað standa sína roynd har. TAKS sigur, at tey hava gjørt eina niðurstøðu í málinum og taka eisini undir við niðurstøðuni hjá skatta- og avgjaldskærunevndini.