Slakir 4500 føroyingar hava framvegis ikki latið kapitalvinningssjálvuppgávuna fyri 2011 inn.
Í nógvum førum er talan um borgarar, ið eiga pening til góðar í sambandi við at virðið av øllum partabrøvunum hjá fyrrverandi P/F Eik Banka varð niðurskrivað til 0 krónur.
Við at lata TAKS kapitalvinningssjálvuppgávuna skjótast til ber, kunnu hesir borgarar tryggja sær peningin, ið tey eiga til góðar.