TAKS roynir allar møguleikar

TAKS fer at skjóta inn fyri Hægstarætt sakarmálið um kapitalvinningsskatt hjá partaeigararunum í partafelagnum Vinnuni í Gøtu.

– Hetta er eitt prinsipielt mál, ið er torskilt og snýr seg um nógvar pengar, og tað er okkara skylda sum skattamyndugleiki at fylgja slíkum málum upp, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Hoyr samrøðuna við hann við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.