Í hesum døgum hevur TAKS vitjan frá SKAT í Danmark. Hetta er beinleiðis úrslit av øktum samstarvi millum skattamyndugleikarnar í Føroyum og Danmark. Hesaferð hevur TAKS heitt á SKAT um at hjálpa til við nøkrum ávísum eftirlitsátøkum, sum hava verða gjørd seinastu dagarnar. Ítøkiliga merkir hetta, at nøkur serkøn eftirlitsfólk hjá SKAT innan ávísar sergreinir eru komin til Føroya at gera eftirlit saman við starvsfólkum hjá TAKS.
-Sum liður í at styrkja og menna okkara eftirlitsarbeiði er ein stórur fyrimunur at fáa serkøn fólk frá SKAT at hjálpa til við serligum eftirlitsuppgávum. Ikki minst er tað eisini góður íblástur hjá okkara starvsfólkum at síggja, hvussu SKAT skipar sítt eftirlitsarbeiði, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Umframt serkønu eftirlitsfólkini, eru eisini umboð fyri leiðsluna á SKAT komin at tosa við leiðsluna á TAKS um felags áhugamál og økt samstarv ímillum báðar skattamyndugleikarnar.