Komandi tíðina fer eftirlitsdeildin hjá TAKS at hyggja nærri eftir sjálvuppgávum og roknskapum hjá koyrilærarum. Tað er ein liður í, at TAKS í sínum eftirlitsarbeiði útvelur ávísar yrkisbólkar fyri at kanna hesar nærri, og nú standa millum annað koyrilærarar fyri tørni. Tað verður gjørt við at hyggja at innsendum roknskapum fyri seinastu árini.
TAKS hevur atgongd til upplýsingar frá Akstovuni um hvussu nógvar næmingar koyrilærarnir hava havt til teori og koyriroynd, og tá hesir upplysingar verða settir saman við kostnaðinum av einum koyrikorti við teori og koyring, ber til at gera eina greiða meting av um roknskapurin er rættur.
Harafturat verða so eisini onnur viðurskifti í roknskapinum kannaði, eins og í einum vanligum eftirlitsátaki hjá TAKS.