TAKS hevur funnið 60 milliónir krónur

Ein uppgerð av eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS fyrra hálvár 2016 vísir, at rættingar eru gjørdar fyri um leið 60 milliónir krónur.

 

Størsti partur kemur frá roknskapum hjá fyritøkum. Her eru nevniliga gjørdar rættingar fyri til samans 47,5 milliónir krónur. Av teimum stava 42 milliónir frá skattskyldigari inntøku og 5,5 milliónir frá mvg.

 

Hjá privatpersónum eru rættingar gjørdar fyri um leið 12,5 milliónir krónur. Her er mest talan um rættingar í skattskyldigari inntøku, kapitalvinningi, rentustuðli og ferðastuðli.