Freistin at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi til TAKS fyri 2009 var 3. mai.
Síðani tá hevur TAKS higartil í sínum eftirlitsarbeiði hugt nærri eftir umleið 250 sjálvuppgávum við atknýttum roknskapum. Hetta hevur ført til, at TAKS hevur fyribils gjørt rættingar í skattskyldugu inntøkuni fyri nakað meira enn 14 mió. kr. hjá hesum bólkinum av skattgjaldarum. Talan er serliga um hækkingar og um frádráttir, sum ikki eru loyvdir.
Øll hava nú fingið uppgerð fyri skattaárið 2009, men TAKS fer nú í sínum framhaldi av eftirlitsarbeiðinum at hyggja nærri eftir útvaldum sjálvuppgávum og roknskapum.
Sagt verður, ateftirlitsarbeiðið hjá TAKS er málfest í Mál- og avrikssáttmálanum, sum TAKS arbeiðir eftir.