TAKS flytur í gamla sjónvarpið

Næstu tríggjar mánaðirnar fer tann parturin av TAKS, sum áður hevur húsast á Hálsi í Havn, at halda til í M.A. Winthers gøtu 2, sum eru fyrrverandi hølini hjá Sjónvarpi Føroya.

 

TAKS flytur tí at av hølini á Hálsi verða gjørd ístand.

 

Í hesum sambandi flytir tænastan til viðskiftafólkini eisini oman í býin, og fólk við ørindum til TAKS skulu tískil fara í M.A. Winthers gøtu.

 

Í samband við flytingina verður stongt fyri telefonavgreiðslu og vanligari avgreiðslu í morgin og mánadagin.

 

Men týsdagin er opið aftur fyri avgreiðslu í hølunum hjá gamla sjónvarpinum.