TAKS fekk bíligari innbúgv

TAKS hevur nú gjørt av at taka av lægsta tilboðnum uppá skrivstovuinnbúgv til nýggju hølini á Skálatrøð.

Í fjør heyst var nógv rumbul um, at TAKS hevði valt at taka einum tilboð frá fyritøkuni Stockholm uppá innbúgv til nýggj høluni hjá stovninum á Skálatrøð í Havn.

Orsøkin til rumblið var, at TAKS ikki hevði fylgt almenna innkeypspolitikkinum og tikið av lægsta tilboðnum. Lægsta tilboðið tá var áljóðandi 447.000 krónur, og tað var fyritøkan Nema, sum átti tilboðið. Ístaðin tók man av tilboðnum frá Stockholm, sum var áljóðandi 712.000 krónur.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, kom upp í  málið, og endin var, at tilboðið bleiv bjóðað út av nýggjum.

Nú eru øll tilboðini komin inn av nýggjum, og vinnari av útbjóðingini gjørdist Nema, sum bjóðaði sær til at veita neyðuga innbúgvið fyri 396.290,- krónur. Altso fyri gott og væl helvtina av tí, sum TAKS upprunaliga hevði avgjørt at keypa innbúgvið fyri.