Mvg
Her í blaðnum skrivaðu vit í farnu viku um avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini í samband við krav um mvg-endurgjald frá borgara.
Í hesi avgerð staðfesti nevndin, at Taks ikki kann lata vera við at taka støðu til mál, vísandi til, at annað líknandi mál er lagt fyri Føroya Rætt til støðutakan.
Nokta framvegis
Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki innan skatta- og avgjaldsøkið. Og hetta viðurkennir Taks í tíðindaskrivinum, sum er sent føroysku miðlunum. Men hóast hetta, so tykist Taks ikki látast um vón, hóast nevndin í tveimum førum hevur givið kærara viðhald í málum um mvg-endurgjald.
»Taks hevur tikið til eftirtektar, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur heimvíst eitt annað ítøkiligt mál til nýggja viðgerð. Hetta málið verður viðgjørt av nýggjum. Taks tekur tó ikki undir við, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur heimild til at fastleggja rættarstøðuna í málum, ið ikki eru løgd fyri nevndina til støðutakan.«
Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivinum, sum í dag er sent føroysku fjølmiðlunum.
Og hetta merkir, at hóast Taks nú tekur ítøkiliga málið, sum Skatta- og avgjaldskærunevndin viðgjørdi, til nýggja viðgerð, so ber hetta ikki við sær, at Taks fer at viðgera líknandi mál. Í avgerðini hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini tann 3. apríl í ár varð annars staðfest, at Taks kann ikki nokta at viðgera eina umsókna vísandi til, at annað mál er lagt fyri Føroya Rætt.
Lógartekniskt mistak
Í tíðindaskrivinum vísir Taks annars á, at talan var um lógartekniskt mistak, sum hevur givið borgara rætt til mvg-endurgjald.
Taks vísir í hesum sambandi á, at tað var øllum púrasta greitt, hvussu høgt avgjald ætlanin var at leggja á bilakeyp. Bæði fyri løgtingsfólki, bilahandlarum og teimum borgarum, sum keyptu bil.
» Í uppskotinum er greitt neyvt frá, hvussu skrásetingargjald og meirvirðisgjald skal roknast, og at broytingarnar ikki hava við sær meir ella minni inntøkur til landskassan.«, stendur millum annað at lesa í tíðindaskrivinum, sum Taks í dag sendi út.









