TAKS: 154 milliónir ikki givnar rætt upp

Eftirlitið hjá TAKS hevur gjørt støðuna upp, nú triji ársfjórðingur av 2011 er farið afturum. Niðurstøðan er, at TAKS higartil í ár er komið fram á 154 mió., sum ikki eru givnar rætt upp til skattingar.

Størstu rættingarnar eru gjørdar í uppgerðunum av skattskyldugu inntøkunum og MVG-uppgerðum frá vinnuligum virksemi, men rættingar verða eisini gjørdar í uppgerðum av kapitalvinningsskatti, rentustuðuli og tolli.

- Hetta er væl meira enn undanfarin ár, sum annars eisini hava víst stórar skeivleikar. Í ár eru einstøk stór mál, sum ávirka hagtølini, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS.

- Hóast hetta, so eru upphæddirnar stórar, og eg haldi, at tær greitt vísa, hvussu umráðandi eitt væl virkandi eftirlit er, um tær røttu skattainntøkurnar skulu koma í Landskassan, leggur hann aftrat..