Tað hevur verið heldur nógvur vindur í nátt, og tað hevur merkst á høllini á Hálsi.
Har vóru tvær takplátur í nátt loysnaðar og foknar oman á R. C. Effersøesgøtu. Politiið tryggjaði pláturnar við at leggja grót á tær.
Burtursæð frá hesum var einki annað at frætta frá politinum í morgun, uttan at grót var rullað oman á vegin millum Kaldbaksbotn og Kaldbak.