Takklaði bóltin í mál frá miðjuni

Sebastian Langkamp, sum spælir fyri týska felagið Karlsruhe, skoraði eitt óvanligt mál um vikuskiftið. Hann gjørdi eina glíðandi takkling á miðvøllinum, og onkursvegna fleyg bólturin avstað ímóti málinum hjá Leverkusen og endaði í netmeskunum. Hetta var einasta málið, sum kom í dystinum, so tað var vorðið sum sigursmál.