Vit vóru sera spent, tá ið vit leygarmorgunin vóru á veg til Havnar. Hetta var ikki bara ein vanligur leygarmorgun, men ein serligur dagur - vit skuldi hitta tykkum aftur. Sólin skein bæði oman og niðan, og ein kundi ikki annað enn minnast aftur á rokmikla vikuskiftið fyri tveimum mánaðum síðani, tá vit - Kava-kaurið - fyri fyrstu ferð hittust.
Tað var eitt sera myrkt og kalt kvøld tit komu til okkara, við tykkara syngjandi løttu atferð. Tit tóku okkum sanniliga av bóli, við vøkru røddum tykkara. Vit kendu, at okkum vóru givin framíhjárættindi. Vit kundi tíverri ikki geva tykkum alt tað, tit vóru von við, eitt nú rennandi vatn. Men vit royndu okkara besta, og tað var sum um allur ruðuleikin og ódnarveðrið ikki rein við tykkum, bara vit vóru saman. Meðan stormarnir leikaðu uttanfyri, sótu vit trygg saman innandura og lótu gleðistónarnar doyva dunið frá vindinum.
So upprann tann stóri dagur, tá ið vit saman skuldu gleða onnur við gleðistónum okkara. Áhugin uttanífrá sýntist ikki vera so stórur, men hvat bilti tað, tí vit vóru saman og vit vóru glað, og okkara fagnaður fylti stovuna.
Fráfaringarløtan var okkum sera trupul, tað var við táravátum eygum, vit á bryggjuni veittraðu farvæl. Tó komu vit ígjøgnum sorgina, tí vit vistu, at vit skjótt skuldu síggjast, aftur. Tit høvdu bjóðað okkum at vitja tykkum um tveir mánaðar, og vit byrjaðu beinanvegin at telja dagarnar.
Tveir mánaðar seinni stóðu vit so á bryggjuni í Havn. Veðrið var av tí allarfagrasta, fuglarnir lótu og sjógvurin var spegilsblankur, alt hetta høvdu tit fingið í lag einans fyri okkum. Kanska áttu vit nú at skift navn frá kava-kaurinum til saulskins-kaurið. Men hóast góða veðrið var okkurt sum nívdi. Hvussu fór nú at vera? Fóru tit at kenna okkum aftur? Fór nakað at vera broytt? Men tá ið vit løtu seinni møttu tykkum, funnu vit skjótt út av, at alt var við tað gamla, tit vóru tey somu. Glað, fitt og blíð. Tykkum hevði eisini longst eftir okkum, tað søgdu tit ikki men tað kendu vit á okkum. Tónarnir rungaðu sum ongantíð áður, og vit hjálptu hvørjum øðrum á leið aftur. Vit áttu at vera saman, tað kundi ikki dyljast yvir. Hetta kom eisini tíðiliga til sjóndar, tá ið vit enn einaferð royndu at gleða fólk við okkara blómandi sambandi. Vit vóru sum í aðrari verð. Enn einaferð tóku tit okkum av bóli, nú ikki bert við tykkara vøkru røddum, men eisini við tykkara nýggja stásiliga búna, sum tit høvdu fingið tl vega einans fyri okkum. tað hevði í veruleikanum ikki verið neyðugt, tí í okkara eygum eru tit altíð vøkur.
Dagurin saman við tykkum endaði tíverri alt ov skjótt, og vit fóru aftur hvør til sín. Men tað var ikki so trupult at skiljast hesaferð, tí nú er bert ein vika til vit hittast aftur, og enn einaferð eru vit farin at telja dagarnar.
Vit vilja takka fyri teir frálíku dagarnir vit høvdu saman.
Heilsanir frá lutfalsliga størsta kaurinum
í heiminum