Ein av best dámdu sangunum á íslendskum útvarpsstøðum í hesum døgum, er nýggjur reggae sangur hjá bólkinum Silfur. Hetta er ein takkarkvøða til Føroya og kallast lagið Færeyjar. Sambært heimmildarmanni okkara í Íslandi, Jens Guð, snýr sangurin seg um kreppuna í Íslandi, og síðani um at fara á ferð til Føroya at finna eydnuna, og so verður alt gott aftur.
Til ber at hoyra sangin her : www.youtube.com/watch
Jens Guð minnir á, at fleiri eldri íslendskir sangir eru um Føroyar. Til dømis Færeyjablús, Bubbi 1980. Færeyjar, Brimkló (Bjørgvin Halldórsson) 1978. Minni Færeyinga, Fjallabræður 2009. Í 1993 gav KK Band út fløgu, nevnd Hótel Føroyar, men onki serstakt lag var um Føroyar á fløguni.
Nýggja lagið hjá Silfur verður væntandi givið út í summar.