Flestu føroyingar munnu vita hvør Hans Fróði Hansen er, antin tey kenna hann sum fótbóltsspælara, venjara, mr. Kay Kay, hann sjálvan við bollakreminum ella hann sjálvan við sitatunum. Nú er tað waterFREEZ, sum er á skránni hjá íverksetaranum úr Leirvík.
Hann hevur tó í dag eini boð til sín vinaskara á Facebook, har hann takkar fyri seg - á Facebook, væl at merkja.
- Nú árið er við at enda, og ynskir fyri 2016 verða niðurskriv, so er eitt av teimum longu avgjørt, og er tað at takka fyri seg á FB, skrivar Hans Fróði Hansen.
Hann metir eftir øllum at døma, at Facebook er ein ímynd av einum, fyri seg, ósunnan lívsstíl.
- Nú ein sunnur lívsstílur er lagdur, krevur tað eisini tann mentali parturin fylgir við, so tí farvæl til FB, skrivar hann víðari.
Handilsmaðurin í honum veit tó, at Facebook er týdningarmikið fyri vøruna og boðar hann tí frá, at hann verður til staðar á miðlinum gjøgnum vørumerki síni, waterFREEZ og Juice og E.