- Hetta hevur verið eitt heilt sermerkt ár hjá okkum grindamonnum.
Tað staðfestir Ólavur Sjúrðarberg, formaður í felagnum.
Grindafelagið hevur havt aðalfund í dag og har varð øll nevndin afturvald. Grindamannafelagið varð stovnað í 1993 og hetta er sostatt 22. aðalfundurin hjá felagnum.
Tá ið formaðurin í felagnum sipar til, at hetta hevur verið eitt sermerkt ár, sipar hann sjálvsagt til innrásina hjá Sea Shepherd síðsta summar.
Saman við teimum kom eisini eitt vælmannað lið av útlendskum fjølmiðlafólkum og ÓIavur Sjúrðarberg heldur, at tað var ikki nakar vansi fyri okkum.
Hann sigur nevniliga, at hetta gav teimum eitt sjáldsama gott høvi at koma á tal við fjølmiðlar úr øllum heiminum.
Og teir vóru rættiliga nógvir í tali, leggur hann afturat.
- Fjølmiðlar úr øllum herðashornum vildu fegin hoyra okkara sjónarmið eisini, og teir vildu fegin lýsa tey sakliga, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Og hann sigur, at tey í Grindamannafelagnum brúktu rættiliga nógva tíð upp á at tosa við fjølmiðlar, líka frá tíðliga á vári til langt út á heystið.
Og tað var ómakin vert, heldur hann, men hann heldur hinvegin, at føroysku fjølmiðlarnir vóru meiri áhugaðir í sensatiónini.
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at tey fingu greitt fjølmiðlunum frá, at grind er partur av okkara aldargomlu matmentan og okkara aldargamla virðisgrundarlagi á sama hátt sum málið og søgu.
Men hann sigur, at nú okkara tilfeingi er hótt av dálking, eiga vit at gera vart við tað á røttum stað og at ávara ídnaðarlondini.
- Men vit skulu sjálvi ganga undan sum eitt gott fyridømi.
Hann Ólavur Sjúrðarberg helt, at tað rak hart á kíkin í summar, tá ið Sea Shepherd var her.
Men hann takkaði myndugleikum, sýslumonnum, grindaformonnum, grindamonnum, og øllum føroyingum, hjartaliga, fyri, at teir stóðu saman, tá ið harðast leikaði á.
Hann fegnast um, at vit ikki lótu okkum provokera og at vit ikki lupu framav, men bóru okkum siðiliga og professionelt at.
Í nevndini í Grindamannafelagnum sita Ólavur Sjúrðarberg úr Leirvík, formaður, Regin Jespersen úr Sørvági og Hans Jacob Hermansen úr Havn. tiltakslimir eru Gutte Guttesen úr Bø, Hanus Højgaard úr Havn og Elmar Sørensen úr Hvannasundi.