Takkaði nei til løgmanssessin

Jørgen Niclasen segði við Kringvarpið í dag, at hann tvær ferðir hevur takkað nei til sessin sum Føroya løgmaður

Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin vóru í dag gestir í andglettinum og í fimmaranum hjá Kringvarpinum.

 

Í sendingini varð Jørgen spurdur, um hann hevði eitt ynski um at gerast løgmaður í Føroyum. Heilt avvísandi fyri hesum var formaður Fólkafloksins ikki, men hann staðfesti, at fyri seg var tað týdningarmesta, at hann og flokkurin fingu sum mest av sínum politikki ígjøgnum.

 

Og hann staðfesti, at løgmanssessurin tvær ferðir hevur staðið honum í boði, men at hann í báðum førum takkaði nei, tí hann helt, at hetta bar við sær, at hann og flokkurin tá høvdu fingið ov lítið av sínum politikki ígjøgnum.