– Tað er í eyðmýkt og við takklati, at eg fari at takka fyri, segði Suni Merkistein, tá hann leygardagin fekk Móðurmálsvirðislønina í sambandi við Móðurmálsdagin, sum varð hildin, á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs 25. mars.
Suni Merkistein fegnaðist um, at fyrireikararnir høvdu valt ítróttarmál sum evni og á tann hátt veittu ítróttinum eina viðurkenning.
– Eg gangi bara í fótasporum hjá øðrum, sum hava verið undan mær, serliga í talandi miðlinum, men eisin tí skrivaða, segði Suni Merkistein og nevndi Árni Dahl, sum stjórnaði ítróttarteiginum í Dimmalætting fyrst í sjeytiárunum – og so feðgarnar Niels Juel og Jógvan Arge
Hoyr samrøðu við Súna Merkisstein, við at trýsta á pílin undir myndini.