Takkaði Ingeborg fyri mangan buldrutan dyst

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at sakna teir hørðu dystirnar, hann hevur havt við Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag. Tað segði hann, beint eftir at nýggi sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar var undirskrivaður á Hotel Hafnia í gjárkvøldið.

Ingeborg Vinther hevur kunngjørt, at hon leggur frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á næsta aðalfundi.

Sostatt eru hetta hennara seinastu sáttmálasamráðingar og í hesum sambandi gjørdi formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag greitt, at tey fóru at sakna Ingeborg.

- Tað hevur verið buldrasligt viðhvørt og tað hevur harðligt viðhvørt. Men tað hevur verið undirhaldandi.

- Vit sleppa ikki uttan um, at Ingeborg er ein fantastisk kvinna, sum arbeiðir fyri sínum.

Johan Páll Joensen ynskti henni ein góðan eftirlønaraldur.

L