Russland fekk eina rímiliga byrjan upp á EM-endaspælið við 1-1-javnleiki ímóti Onglandi, men eftir at hava tapt ímóti bæði Slovakia og Wales, er nú greitt, at Russland endar aftast í sínum bólki við bara einum stigi.
Russiski landsliðsvenjarin, Leonid Slutsky, tók alt fyri eitt avleiðingarnar eftir 0-3-tapið ímóti Wales í kvøld. Á tíðindafundinum eftir dystin kunngjørdi hann, at hann tekur seg aftur sum russiskur landsliðsvenjari.
- Eftir eina kapping sum hesa hava vit tørv á einum øðrum at leiða landsliðið fram ímóti HM 2018. Tað er umráðandi at halda fast við menningina av fótbóltinum í Russlandi, segði Slutsky.
Tað hevur verið stórt trýst á Russlandi at avrika væl, tí um tvey ár er landið nevniliga vertur fyri HM-endaspælinum.
- Eg vil gjarna biðja áskoðararnar um umbering. Vit vóru veruliga vánaligir í dag, og vit høvdu uppiborið at tapa. Tað er ilt at tosa um, hvat vit kundu gjørt betri, tá ið vit vóru vánaligir í øllum pørtum av spælinum, segði hann og legði síðani afturat:
- Liðið skuldi avrikað betur, men eg taki alla ábyrgdina, tí tað var eg, sum fyrireikaði liðið til kappingina.
45 ára gamli Leonid Slutsky fer nú einans at taka sær av venjarastarvinum í CSKA Moskva, har hann hevur verið venjari seinastu sjey árini. Síðani í fjør hevur hann vant bæði CSKA Moskva og russiska landsliðið.