HONDBÓLTUR
Tær vistu nóg illa, hvussu tær skuldu reagera. Og tað skilur tú væl.
Kyndil fekk aftur bank í gjár. 14 mál vóru á muni, tá grønu havnargenturnar royndu seg í botnbrakinum – tað er kanska nakað nógv sagt - á Skála. Tað, sum varð rópt lagnudysturin, var ein eyðmýking fyri Kyndil. Tær vístu einki tekin uppá, at tær ætla sær at halda fram í fremstu deildini. Og tá fær valla verið betri enn í høllini á Skála í gjár. Tær vóru ongantíð nær námind sigrinum, sum kundi birta nýggja vón um framhald í bestu deildini.
Skrædnaði skjótt
Tað var ongantíð nakar ivi í gjár. Miðskeiðis í fyrsta umfarinum hevði Kyndil bara skotið eitt mál, og tí var eingin trupulleiki hjá StÍF at vinna sær eina trygga leiðslu. Serliga stóð Rebekka Justinussen seg væl, og hon varð eisini toppskjútti við 7 málum. Í verjupartinum riggaði væl hjá heimaliðnum, har Kyndil ikki hevði hugflog til at trýsta tær. StÍF fekk fleiri mál eftir skjótálop, har grønu gestirnir mistóku seg í álopi.
Í løtum spældu gestirnir væl. Men tað vantaðu av álvara neyvleikan, og tað gjørdi tað sera torført. Munurin bara øktist, og so tóktist tað sum, at Kyndil hevði hug at flagga við hvítum móti endanum. StÍF vann trygt 30-16.
Gongur einki
Framvegis stendur null við stigaúrtøkuna hjá Kyndli í hesum kappingarárinum. Og tað gevur ikki sjálvsálit. Tað er ein stórur munur á havnarliðnum og hinum. Tær vísa lítlan vilja og ágrýtni, og tá eigur tað at verða torført. Leikara fyri leikara standa tær ikki nógv aftanfyri hinar, men tíbetur snýr ítróttur seg um nógv annað. Og tað er fyrst og fremst á mentala økinum, at Kyndil má arbeiða. Men tað er allarhelst ov seint.
Liðið hevur í løtum av kappingarárinum víst, at tað væl kunnu spæla við. Men í upplagdum støðum hevur sjálvsálitið mangla. Kyndil hevur heldur ongantíð í hesum kappingarárinum skotið meira enn 20 mál í einum dysti, og tað sigur ikki smávegis.
Fakta um dystin
StÍF-Kyndil 30-16 (13-7)
10 min: 4-1
20 min: 7-4
40 min: 15-9
50 min: 23-13
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 7(3), Louisa Andreasen 6, Ninna K. Johansen 6, Fríðrún Danielsen 4, Bára Berthelsen 3, Annika L. Petersen 2, Anna Petersen 2
Kyndil: Jacklin Durhuus 4(4), Jórun Ludvig 3, Súsanna Petersen 3, Randi S. Wardum 2, Helena á Krákusteini 2, Linda Johannesen 1, Beinta Laursen 1
Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 6
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 4
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen