Takk til Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Havi sjálvur verið í uttanlandssigling í fleiri ár, so eg var greiður yvir, at hesar hýrur eisini gera mun í tí føroyska lands-húsarhaldinum.

Tá hesar 300 milliónir kr frá føroyingum í uttanlandsvinnu gera so nógv út í tí føroyska lands-húsarhaldinum, tað annað beini, nevna tit hesa inntøku. Hvat skulu vit so nevna »BLOKKIN«?
Tá 300 mill. kr. hava ringvirkningar sum svara til 700 mill.kr.
Hvat hevði so »Blokkurin upp á 900 mill. kr« av ringvirkningum? Her eru tað milliardir, tað er talan um? So 6% hjá fullveldispolitikarum er bluff! Og idioti!
Hettar havi eg eisini kunna roknað meg fram til, men at fortelja »fullveldis idiotum« hettar ber snøgt sagt ikki til! Teir eru heilavaskaðir?
Nú manglar bara at gera eina kanning um »BLOKKIN«, eftir sama leisti, sum fyri føroyingar í uttanlanda vinnu.
Og geva Høgna, Tobba og Annitu hvør sítt eintak, tí rokna duga tey ikki, Annita dugir ikki at rokna %, tá hon úttalar seg um »Blokkin«, og tað duga hinir báðir heldur ikki. Men at skræða gákin duga teir, til UG.
Eg vil nú spentur bíða eftir kanningini um »BLOKKIN«, tað hevði eisini hjálpt fíggjarnevndini við at skilt samanheingi í peningarenslinum í tí føroyska landshúsarhaldinum, til gleði og batan fyri tey veikastu í samfelagnum, sum nú líða undir ódugnaskapinum í fíggjarnevndini. Sum hevur verið við til at skerja »blokkin«, við hjálp frá m.a. javnaðarmonnum.
Ja, skerja »blokkin« uttan at hava minsta hóming av hvat avleiðing hettar hevur fyri samfelagið, bert handla út frá »hugmóð« og undirlutakenslum. - Eftir hugmóð kemur fallið, lærir Halga bók.?

Her krevst upplýsing oman á upplýsing.
Hvat við at innføra serundirvísing í økonomi til politikararnar. Tað kundi kanska hjálpt at fingið nakrar MVG milliónir inn, í staðin fyri at kroyst tey gomlu og sjúku, eftir teirra seinastu oyrum. Tí sum nú er, er als onki skil, bert glantrileikur, hvar tað kemur út uppá, hvør ið kann lumpa hvønn, og hvør so situr eftir við svarta Per. Beint nú tykist, sum um Javnaðarflokkurin og javnaðarveljarar sita við svarta Per?