Principiella samtyktin av Sandoyartunnlinum til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag, er eitt risafet hjá Sandoynni at fóta sær, sum samanrunnin partur í samanbundnu Føroyum. Tí hóast tað verður ein stór semjuroynd at finna fíggingina innan fíggjarlógarkarmin komandi árini, so er avgerðin í dag staðfestingn av at øll politiska skipanin stendur aftanfyri komandi Sandoyartunnilin. Her vendist ikki aftur, og nú er kósin sett hjá Sandoynni, og øllum okkum, sum her búgva. Samlaða politiska skipanin skal hava stóra tøkk og mikið rós fyri djørvu avgerðina í dag.
Nú er eftir hjá okkum, sum her búgva at brynja okkum til at tunnilin er veruleiki. Vit hava 5-6 ár at fyrireika okkum í, og vit eiga øll at leggja árar í sjógv, til tess at menna oynna saman.
Framtíðin í oynni sum varð hótt, sær nú bjørt út, og samhaldsføstu føroyar sigraðu.
Hjartans tøkk!
Framtíðin í oynni sum varð hótt, sær nú bjørt út, og samhaldsføstu føroyar sigraðu.