Malan Johannesen, Villingadalsvegur í Havn
Eg fari vegna okkum, sum hava gramt okkum um landsvegin, sum ætlanin er at leggja at kalla í túnið hjá fleiri okkara, at takka Tórshavnar Býráð fyri, at tað tekur atlit til umhvørvið og trivnaðin hjá havnaborgarum.
Harumframt halda vit, at tað er skilagott at umhugsa hesa gomlu ætlan av nýggjum, tí ferðslumynstrið um alt landið er so nógv broytt hesi árini, síðan ætlanin varð gjørd.
Gleðilig jól og alt tað besta í 2006 ynskja vit øllum tykkum sum manna Býráðið!