Takk, Ingeborg!

...

Glorian sat so vøkur um høvd hansara, líka til hann fríggjadagin vísti okkum hógvarnar. Leingi hevur hann roynt at fjala teir, men kláraði ikki at halda sær longur.

Næstakærleikan fær hann bíliga sum »second-hand« frá onkrum útlendskum politiskum »vini«, men í so smáum nøgdum, at har er uppi, áðrenn hann varnast tað.

Frá hesum manni var ikki annað væntandi, men at hann slapp at hóvreiggja sær frá tingsins røðarapalli, sum hann gjørdi, uttan at nakar uttan Ingeborg Vinther átalaði hesum, er ræðandi. Takk eigur tú, Ingeborg, fyri, at vit í tær eiga í minsta lagi ein persón við menniskjansligum virðum og eginleikum innan tinggátt.

Veljari