Eg fari við hesum at takka Hergeir Nielsen fyri sína grein í Dimmu undir heitinum »Søluátak Sambandsfloksins«. Hettar er spírin til eitt kjak, sum formaðurin í uttanlandsnevndini leggur upp til, eg haldi at uppskotið fekk alt annað enn eina syndarliga lagnu.
Nú er tað soleiðis, at formaðurin loyvir sær at viðgera mína sálarliga støðu við at siga, at Kaj Leo Johannesen, sum legði navn til uppskotið, man verða ein ótrúliga vónbrotin maður. Her skal eg heilsa formanninum soleiðis, at hann ikki fær fortreð av hesum og siga, at uppskotsstillarin er ein ógvuliga glaður maður og sær seg hava gjørt eitt lítið ískoyti til kjakið um ES, uttan sjálvandi at tað kemur í nánd av, hvat formaðurin í uttanlandsnevndini hevur fingið á skaftið.
Undirritaði hevur tann veikleika at síggja sjálvt eitt lítið framstig, sum ein sigur. Vit skulu minnast til, at vit higartil hava stungið høvdið í sandin, og sum kunnugt hevur uttanlandsnevndin ikki tað stóru arbeiðsbyrðina, sambært formanninum.
Men undirritað er glaður og fyri at nevndin hevur hálað høvdið upp úr sandinum og hevur fingið heitt á landsstýrið at skipa fyri einari ráðstevnu um ES, hettar er undiritaði takksamur fyri.
Tað er ikki, rætt tá sagt verður, at limaskapur í ES treytar, at tú hevur ein sjálvstøðugan lim at lima inn. Skotland er limur uttan at verða sjálvstøðugur, mær vitandi er Åland limur uttan at verða sjálvstøðugur, eg haldi tað verða eitt slag undir beltið, tá formaðurin sigur, at »hendan limin ræðist Sambandsflokkurin«.
Formaðurin í uttanlandsnevndini veit, at í hesum føri kann ikki sigast, at Sambandsflokkurin ræðist, eftirsum Sambandsflokkurin er tann, sum hevur fingið uttanlandsnevndina at heita á Landstýrið, at skipa fyri einari ráðstevnu um ES.
Undirritaði metir, at tað er skaðiligt at sleingja út við populistiskum pástandum, sum formaðurin ger, við at siga, at vit í Sambandsflokkinum vilja geva okkara fiskiríkidømi burtur fyri einki. Hettar er burturvið og hevur einki við veruleikan at gera.
Víðari sigur formaðurin í uttanlandsnevndini, at Sambandsflokkurin lat Kaj Leo Johannesen stinga fingurin í jørðina. Lat meg gera formanninum greitt, at undirritaði legði sjálvur uppskotið fram.
Sambandsflokkurin virðir, at aðrir limir í flokkinum ikki noyðast at hava somu meining sum flokkurin í øllum, t.v.s beint øvugt av tí, sum vit kenna so væl frá Tjóðveldisflokkinum, har allir venda sær móti floksformanninum í tingsalinum og bíða eftir tí kenda signalinum, áðrenn teir siga sína meining.
Við vón um eina góða og gevandi ráðstevnu, sum kann menna vitan okkara um ES.