Takk fyri umbering

Eg var takksamur tá eg sá á Vágaportalinum, at Johan Mortensen gav mær eina umbering, eftur úttalilsi í Kringvarpinum. Hann helt at hann hevði verið nakað klossutur í sínum úttalilsi.
Men tú tók eitt dømi og segði, at Gerhard ikki vildi geva, til dømis ungu familjunum í Hoyvíkini, við stórum lánum, ein skattalætta.
Tað sum undraði meg var, at eg júst hevði sagt tað beint øvuta, og staðiliga hildið fast við, at tey skuldi havað ein skattalætta.
Hetta segði tú fyri opnari mikrofon í Kringvarpi Føroya, og sostatt rungaðu hesi tíðindi í hvønn krók í Føroya landi.
Eg haldi, at tað er upp á sítt pláss, at tú reinsar meg í Kringvarpi Føroya, so at allir føroyingar hoyrdu, at tú hevði misskilt meg.
Annars seti eg ein mann høgt, sum rættar eitt mistak.