Eg havi als einki ímóti at kostnaðurin á tílíkum arbeiðum fer niður. Tvørturímóti kann tað ofta vera ilt at skilja, hví prísirnir eru so høgir sum teir mangan eru. Tá ið so ein ætlan verður løgd fram, sum kostar so nógv minni enn tað vanliga, verður tað áhugavert at vita, hvør orsøkin er til henda lægra kostnaðin.
Eg skilji svarið frá fyrireikingarbólkinum soleiðis, at landið skal bara játtað 4 mió. krónur til íløguna, og einki meira enn tað. Raksturin av svimjihøllini verður uttan stuðul frá landskassanum, um eg havi skilt svarið rætt. Fyrireikararnir eru vælkomnir at rætta meg, um hetta er misskilt.
Ein sjálvsognarstovnur skal eiga høllina, og tað merkir helst, at einki meirvirðisgjald verður goldið fyri byggingina, men tað er so tað...
Eg setti spurnartekin við undirlendið, tá høllin skal rúma eini so ovurhonds stórari nøgd av vatni, men um so er, at ein verkfrøðíngur hevur sagt gott fyri tí, so fari eg sjálvandi ikki at siga nakað annað, sjálvt um eg framvegis haldi, at tað ljóðar ótrúðligt.
Eg ivist framvegis í, um arbeiðið kann ganga so skjótt, at tað verður svimjandi longu í fyrsta ársfjóðringi í komandi ári, men tað hevur sum so minni at siga.
Verkætlanarbólkurin endar við at siga, at ætlanin er ikki at brúka tíð og orku til blaðkjak um verkætlanina. Tað skilji eg væl, men haldi kortini, at tað er umráðandi fyri allar partar, at fáa málið so væl lýst sum til ber. Tí fari eg enn einaferð at takka fyrireikarunum fyri, at teir gjørdu sær ómak at svara. Samtíðis fari eg at biðja teir um at rætta meg, um eg havi misskilt okkurt (serliga hatta við, at landið ikki skal stuðla rakstrinum).










