Kim Larsen var ljóðið av Danmark og ímyndin av donskum tónleiki. Eyðkenda røddin hjá dananum hevur litað og inspirerað norðurlendskan tónleik síðan 1969, og hann hevur um nakar megnað at savnað fólk í øllum aldursbólkum saman um sín tónleik.
Tað merkist týðiliga í hesum døgum á gøtunum í Keypmannahavn, hvussu nógv tjóðarskaldið Kim Larsen hevði at siga fyri danska fólkið. Sangir hansara verða spældir á øðrum hvørjum horni, og absolutt størsta samrøðuevnið allastaðni er Kim Larsen.
Heimleys í Keypmannahavn vóru skjót at taka stig til at prýða ein stein á Christianshavn Torv við minningarorðum og blómum til æru fyri Kim Larsen. Allan seinnapartin í dag hava sangir hjá Kim Larsen verið spældir á torginum, og danir í hópatali hava givið Kim eina løtu í dag, meðan tey hava gingið framvið her.
Omanfyri er videobrot at síggja frá seinnapartinum í dag, tá "Om lidt" var at hoyra á óalmenna minningarhaldinum av Kim Larsen á Christianshavn í dag.
Les eisini: Kent Kim Larsen lag snýr seg lutvíst um Tvøroyri
Í Sosialinum frá í dag minnast vit Kim Larsen, har vit m.a. hitta Amariel Norðoy, sum hevði eitt sera vakurt vinalag við Kim Larsen. Eisini greiðir Annika Hoydal frá einum serliga stuttligum minni, hon hevði við Kim Larsen, tá tey spældu sjónleik saman í 1990.