- Deiligt, túsund takk fyri og gleðilig jól!
Tað var ikki ein kedd kvinna, sum takkaði fyri í Gekka-spælinum í kvøld, tó at hon "bert" fekk 10.000 skattafríar krónur við sær. Í fyrsta drátti hevði hon møguleikan at steðga við 45.000 og í øðrum drátti við 30.000 krónur.
Men, hon valdi at brúka allar tríggjar møguleikarnar í royndini at vinna tær 300.000 krónurnar, sum vóru í hvørjum leypi.
Høvuðsvinningurin í kvøld var á 800.000 krónur, og Gunnleyg W. Jacobsen við Norðskála, sum fekk fulla plátu, valdi, at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur. - Eg haldi, eg royni aftur, segði hon.
Í aðru royndini steðgaði hjólið aftur á 15.000 krónum, sum nú hevði givið henni 30.000 krónur. - Eg haldi, eg royni síðstu ferð eisini, segði Gunnleyg W. Jacobsen. Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.
- Deiligt, túsund takk fyri. Takk og geðilig jól, vórðu orðini hjá kvinnuni, sum ringdi av Norðskála.
Hetta var seinasta Gekka-spæl í 2020, og gekka-verturin, Petrina Berg á Lag, upplýsti, at Gekkurin verður aftur fríggjakvøldið hin 8. januar í 2021, og tá verður høvuðsvinningurin 900.000 skattafríar krónur.