Skriv frá Sosialistisk Ung
-----
Føroyar eru fjølbroyttar og opnar. Hetta vístu tey túsundtals fólkini, sum luttóku í pride’ini LGBT skipaði fyri. Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, undirstrikaði tann boðskapin við at bjóða øllum at vera vælkomnum.
Kærleiki millum tvey menniskju, er tað vakrasta, sum er til. At vit kunnu vera í eini støðu, har vit vilja gera alt fyri onkran annan. Har vit droyma um viðkomandi, eru glað bara tann persónurin er glað/ur, og vilja vera við henni ella honum altíð. Tað at elska og verða elskaður, er ein kensla, sum í sjálvum sær ger lívið vert at liva.
Sosialistisk Ung fegnast at so nógv í Føroyum, eru glað um at fólk elska. Saman hava vit so dyggiliga prógvað, at Føroyar ikki eru konservativar og afturlatnar. Tey allarflestu av okkum eru glað fyri, at fólk eru fjølbroytt. Øll kunnu geva Føroyum nakað. Øll kunnu gera lívið vert at liva. Øll kunnu koma við onkrum nýggjum genialum (ella bara stuttligum) hugskoti, og hugskotini verða fjølbroyttari, tess meira ymisk vit eru.
Einar fjølbroyttar Føroyar eru sterkar. Tær eru meira opnar, mótstøðuførar móti ágangi, og kunnu vera við til at gera okkum til betri menniskju og heimin eitt betri stað. Tað sum altíð hevur verið styrkin í Føroyum, er at vit taka okkum av hvør øðrum. Tað er trygt hjá børnum at vera uttanfyri, kemur onkur illa fyri hjálpa familja, grannar og vinir, og vit trúgva uppá at menniskjan er meira í einum felagsskapi enn sum einstaklingar. Hetta prógvaðu vit framvegis er grundarsteinurin undir føroyska samfelagnum, tá so nógv okkara luttóku í pride’ini. At vit virða, góðtaka og eru glað saman við øðrum.
Vit vilja takka LGBT, øllum luttakarunum og Heðin Mortensen, at vit kunnu vera stolt av at búgva í Føroyum. Vit vilja takka fyri, at øll eru vælkomin.









