Takk fyri jólaheilsanina

Anita á Fríriksmørk, Heðin D. Poulsen og Dánjal Højgaard

Beint undan jólum (21. december) sluppu Annita á Fríðriksmørk og Heðin D. Poulsen í útvarpið at skuldseta politikkarar, sum hava egið virki fyri ikki gjalda fyri egið valstríð, men at senda rokningina víðari til sítt egna virki.

 

“Tað er væl kent, at politikarar senda rokningina fyri valstríðið til fyritøku sína, og tað er væl kent, at politikarar fáa fíggjarligan stuðul frá fyritøkum” Hesi orðini átti Heðin D. Poulsen, lógkønur, sum hann vist nokk kallar seg.

Heðin D. Poulsen sigur, at hann umvegis sítt politiska arbeiði veit, at fyritøkur stuðla politikarum, men at tað av góðum grundum ikki kann dokumenterast.

Annita er heldur varðin og sigur, at hon hevur varhugan av, at politikarar, sum hava egið virki, ikki gjalda valstríðið sjálvir, men lata fyritøkuna gjalda.

 

Eg gangi út frá, at bæði Annita og Heðin vita, at talan er um álvarsligar ákærur, og at hetta verður gjørt fyri at skaða onkran og draga persónligan fyrimun av hesum.

 

Eg gangi eisini út frá, at útvarpsmaðurin Dánjal Højgaard er greiður yvir, hvat hann legði upp til, og hvat, orsakað av hansara vánaligu tíðindahandfaring, stendur eftir.

 

Av tí at eg eigi egið virki og tí má vera millum teir politikarar, sum eru undir illgruna fyri svik, vil eg krevja av Dánjali Højgaard, Annitu á Fríðriksmørk og Heðini D. Poulsen, at tey gera henda pástandin haldfastan. Tað kann ikki vera rætt, at hesar skuldsetingar móti virkiseigarum, sum eru politikarar, skulu sleppa at hanga í leysari luft.

Tað kann heldur ikki vera rætt, at eg, sum virkiseigari, skal út at reinsa meg mótivegis skuldsetingum, sum nakrir politikarar seta fram, bert fyri at skaða aðrar og fyri at vinna sær sjálvum fyrimunir í valstríðnum, og hetta ókeypis hjálpt av almenna útvarpinum.

 

Hví spurdi útvarpsmaðurin ikki Heðin D. Poulsen, sum var so skrásikkur í sínum skuldsetingum, hvønn talan er um? Hví sluppu hesi bæði valevnini undan tí spurninginum? Hví skulu hesi bæði sleppa at standa sum tey reinu og penu uppá bekostning av m.a. mær.

Eg vil fegin hava, at hesi antin ákæra meg fyri svik – tað kann ikki vera nakar trupulleiki, tí Heðin D. Poulsen veit jú, hvønn talan er um – ella eisini taka tey ákærurnar aftur.

 

“Her eru ongar reglur fyri, hvussu valstríðið verður fíggjað” sigur Heðin D. Poulsen. Tað er møguligt, at so er, men tað eru púra greiðar reglur fyri, hvat eitt virki hevur loyvi at gjalda og ikki. Og at gjalda fyri eitt valstríð hjá virkiseigarum er ikki loyvt, og verður tí als ikki góðtikið av grannskoðanini. Talan er her um skattasvik!

 

Fólk í almennum starvi, sum her er talan um, skylda fólki ið ikki livur av almennum pengum eitt sindur størri virðing.