Fótbóltur: Rógvi Jacobsen takkar bæði málverja og venjara fyri úrslitið í gjár.
– Vit máttu satsa, um vit vildu hava nakað burtur úr dystinum, og tað vísti seg eisini at geva úrslit. Somuleiðis var Jákup Mikkelsen eisini orsøkin til, at vit ikki vóru aftanfyri við fleiri málum, tá vit høvdu spælt ein tíma, ljóðar stutta samanumtøkan hjá Rógva Jacobsen av dystinum í gjár.
– Nú haldi eg, at vit eiga at vera rættiliga væl nøgdir. Um illa vildi til, so høvdu vit einki stig eftir dystirnar ímóti NSÍ og EB/Streymi, uttan at nakar tosaði um nakra kreppu kortini, men nú hava vit fýra stig og tað er fínt, sigur hann.
Hinvegin er Egil á Bø hjá EB/Streymi ikki heilt so positivur.
– Vit føla avgjørt, at vit hava mist tvey stig. Hóast tveir truplar dystir, so hevur okkara byrjan upp á landskappingina ikki verið tann besta, sigur Egil á Bø.
Hann leggur tó dent á, at EB/Streymur í fleiri umførum vísti góðar taktir.
– Og fáa vit bara nakrar av somu kjansunum í næsta dysti, so fáa vit nøkur mál, metir hann.