Jákup Mikkelsen hevur spælt seg væl, nú hann noyddist at loysa Gunnar Nielsen av.
Mikkelsen segði eisini farvæl við Svangaskarð í fjør, tá Føroyar vunnu á Litava. Nú segði hann aftur farvæl við Svangaskarð – hesaferð við einum javnleiki móti Norðurírlandi í skjáttuni.
– Eg takki so aftur fyri meg á hesum sinni, skemtar Jákup Mikkelsen, sum er væl nøgdur við føroyska avrikið.
– Vit verða ongantíð settir undir stórt trýst, og vit duga væl at draga ferðina úr dystinum. Serliga vóru vit stinnir í verjupartinum, og vit skulu vera glaðir fyri úrslitið, og ikki minst avrikið, sigur Jákup Mikkelsen, sum spældi sín dyst nummar 68 í gjár.