Kringvarpsgjald
Sjáldan elva ungmannafeløg til rembingar í politikki, men nú er at frøast um, at Helena Dam á Neystabø tók boðskapin hjá HUXA til eftirtektar. Í lesarabrævi til allar fjølmiðlarnar 08.03.2011 viðgongur hon, at “eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at ein miðnámsskúlanæmingur, sum býr einsamallur, skal rinda kringvarpsgjald.”
Ungmannafeløg
Sum áður nevnt, so er tað at gleðast um, at ein virðismett landsstýriskvinna tekur atlit til okkum ungu. Tað er ikki bara ein sigur fyri HUXA, men fyri øll ungmannafeløgini. Vónandi gevur broytingin hjá Helenu Dam á Neystabø afturljóð í millum tykkum ungu, tí at við at vera partur av ungmannafelagi hevur tú møguleika fyri at ávirka gerandisdagin hjá tær og mær.










