Turkaland: Takið á hotellinum skramblaði saman

- Fleiri fólk endaðu í leivdunum av niðurdotna takinum, sigur guvernørurin í landslutinum.

32 fólk fingu løstir, tá takið á einum hotelli í býnum Sarikamis í Turkalandi skramblaði saman.

 

Tað upplýsir guvernørurin í landslutinum, Kars, sambært ávísunum, Sabah og Cumhuriyet.

 

Og guvernørurin kallast Türker Ökzüz.

 

Løgregla, sløkkilið og heilsustarvsfólk fóru á staðið.

 

Sagt verður, at hendingin fór fram, meðan ein filmur varð vístur á hotellinum.

 

- Fleiri fólk endaðu í leivdunum av niðurdotna takinum, leggur guvernørurin aftrat.

 

Av teimum 32, sum fingu løstur, eru níggju fólk framvegis á sjúkrahúsi.

 

Guvernørurin, Türker Ökzüz, sigur á Tvitter í kvøld, at tey flestu tíbetur bara hava smærri løstir.

 

Tíðindastovan NTB er millum miðlarnar, sum skrivar um hendingina í Turkalandi.