Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, ivast ikki eina løtu, tá hann verður spurdur um sólin hevur sálarliga ávirkan. ? Bæði fakliga og persónliga trúgvi eg uppá, sólarljósið hevur góða sálarliga ávirkan. Nýggjar kanningar hava eisini prógvað, at sólarljósið hevur júst somu biokemisku ávirkan á heilan, sum hesin nýggi heilivágurin ímóti tunglyndi. So ein dagur í sólini ávirkar teg á sama hátt, sum um tú skuldi tikið eydnubollar, greiðir Eyðun Joensen frá.
Ljósviðgerðir
Ì nøkur ár hevur verið møguleiki at fáa ljósviðgerð úti á Landsjúkrahúsinum, og tað við góðum úrslitum. Eyðun sigur, at tað eru nógv, ið hava tikið av tilboðnum um ljósviðgerðina. ? Sólin hevur so ótrúliga nógvar ymiskar ljósbylgjur. Ljósviðgerðin inniheldur bert tær strálurnar, sum virka uppá sinnið. T.v.s., at tú verður ikki brúnur av viðgerðini, tí tær strálurnar eru sáldaðar frá, sigur Eyðun.
Hann sigur, at tað ikki er nóg mikið at leggja seg undir eina háfjallsól, tí har fært tú bert tær strálurnar sum brúnka, ikki tær, sum virka ímóti tunglyndi. ? Nú er hendan viðgerðarlampan blivin so bílig. Eg haldi, at hon kostar undir 3000 kr nú, so tað eru fleiri, sum hava keypt sær eina at hava heima við hús. Tey hava gingið til viðgerðar á sjúkrahúsinum áður, og at tey fara og keypa sær eina lampu sjálvi, man vera tí at hon virkar, heldur Eyðun. Hann sigur, at tað eisini eru arbeiðspláss, ið hava keypt sær tílíkar lampur at hava standandi á skrivaraborðinum, fyri at halda tunglyndi burtur frá arbeiðsfólkinum.
Battaríið má løðast
Eyðun greiðir frá sínum ástøði, sum sigur, at menniskjasinnið er sum ein akkumolatorur. ? Eg trúgvi, at fyri alla orku sum fer út, mugu vit løða uppaftur. Og tað er júst tað, vit gera um summarið, tá sólin skínur. Tá súgva vit til okkara, soleiðis, at vit kunnu løða uppaftur. Um veturin fáa vit lítið og einki av sólarljósið, men vit kunnu sagtans klára okkum leingi við tí, sum vit fáa um summarið, sigur hann.
Hann leggur tó dent á, at um vit síggja summarsólina sum eina sálarviðgerð, er tað týdningarmikið at hava viðlíkahaldsviðgerðir um heystið og veturin. ? Tað er sera týdningarmikið, at fara útum og njóta løturnar við sól um heystið og veturin eisini. Eg merki tað væl á mínum egna kroppi, at tá sólin kemur fram um heystið og veturin, tá dregur tað í meg. Eg má út. Tað er sum um organisman veit, hvat henni tystir eftir. Hóast sólin ikki er so heit um veturin sum um summarið, so er tað ofta nógv klárari og kraftigari ljós. Um veturin, tá kavi er ella um vit fara út á fjørðin ímeðan sólin sær, so fáa vit júst somu viðgerð sum um summarið. Tá eru ikki so nógvar av teimum strálunum, ið brúnka okkum, men ljósið er fult av strálum, ið virka positivt uppá sinnið, sigur Eyðun. ? Tað vildi verið óalmindiliga synd, ikki at tikið ímóti hesi ókeypis sálarviðgerðini, heldur hann.
Negativar fylgjur
? Eg merki heilt avgjørt væl, at sólin ávirkar fólk tann positiva vegin. Men eg merki eisini tað øvugta, um sólin ikki sæst. Her í suðurstreymi hevur verið nógvur mjørki í summar. Tað hava ikki verið nógvir sólskinsdagar fyrr enn nú. Og eg merki tað væl, at mjørkin eisini ávirkar fólk. Hann ávirkar bara tann negativa vegin. Ikki so, at vit hava fleiri innleggingar við sálarsjúkum og tunglyntum fólki, men man merkir tað í dagligdegnum, sigur Eyðun. Hann heldur, at alt verður so óalmindiliga tungt, tá ið sólin ikki sæst fleiri dagar á rað. ? Fólk suffa og puffa og grenja, og tey nýta nógva tíð og orku at práta um ringa veðrið. Tað tykist sum um, at alt verður trupult og tungt. Tað er sama skili um veturin og várið, tá battaríini eru um at vera uppi, sigur Eyðun.
? Onkur heldur, at allir føroyingar áttu at fingið ein ókeypis ferðaseðil frá landsins leiðslu, so vit kundu farið suðureftir eina viku tíðliga um várið. Og hugskotið er slett ikki so býtt. Ein vika við sól, tá í januar, februar mánað, gagnast ofta nógv betur enn ein sól feria um summarið. Eftir at jólini eru farin, er nevniliga ógvuliga lítið eftir av tí orku, sum fólk løddu sær upp um summarið. Tí er ein sólferia um várið eitt sera gott hugskot og hon hjálpir væl ímóti tunglyndi. Flestu føroyingar hóra nevniliga akkurát ígjøgnum veturin, um teir ikki fara út og njóta hvørja góða løtu sum er, um heystið og veturin. Men tað vísir seg, at tá ið tað byrjar at gerast ljóst aftur, er sloppið.
Eyðun nevnir tó eisini, at hetta deiliga summarveðrið, við bakandi sól, ikki bert hevur somu góðu ávirkan uppá øll. ? Eg havi verið til arbeiðis á sjúkrahúsinum hesar dagarnar, meðan sólin hevur bakað. Eg havi sitið inni á eini skrivstovu og tað hevur verið forferdiligt. Tá eg havi fingið frí, havi eg skundað mær alt sum eg havi kunnað til hús, og so skjótt eg sleppi út í sólina, er lagið gott aftur, sigur hann. Og hatta man vera nakað, tey flestu munnu kenna aftur.
Hug til ástarleik
Eyðun sigur, at onkrar kanningar vísa, at sól og summar ikki einans hjálpa uppá góða lagið. Tað hjálpir nevniliga eisini uppá gessin. ? Fólk hava heilt einfalt nógv betur hug á hvørjum øðrum um summarið, tá sólin er nógv, staðfestir hann.
Hann veit ikki at siga, um tað er tí, at tunglyndi hvørvur og sinnið gerst glatt og lætt, at fólk fara at síggja hvønn annan við slíkum eygum. ? Kanska tey hava meiri orku um summarið at hugsa í hasum banunum, sigur Eyðun. Ein orsøk kann tó vera, at um summarið, tá veðrið er gott, ganga fólk flest ógvuliga lítið ílatin. Og á strondunum eru fólk at kalla nakin. ? Tað kann jú væl hugsast, at tað hevur eina stóra ávirkan, at fólk ganga hálvnakin og mala. Sjónarsansurin, sum er ein stórur partur av processini, fær jú væl meiri at arbeiða við, og tað kann seta ferð á hormonirnar og ástarhugin. Um veturin, eru fólk tyngri í sinninum og tá ganga øll eisini væl knappað inn í stórar ulpur. Tá er kanska ikki so nógv at fáa hug á, heldur Eyðun Joensen at enda.
Og so fáa vit at síggja um henda góða vikan við sól og summarið, fer at geva úrslit fyrst í mei 2005.