Vegna
Føroya Kommunufelag
Rósa Samuelsen
Formaður
Kommunurnar hava ígjøgnum felagskommunala lutafelagið SEV uppbygt og fíggja eina elveiting við høgari góðsku, veitingartrygd og samhaldsfesti.
Allir vinningur av hesum virksemi er farin til at útbyggja og bøta um framleiðslueindir og kervi, øllum borgarum í Føroyum og samfelagnum øllum at frama.
Talan er um hundratals milliónir sum kommunurnar hava veðhildið fyri og framhaldandi koma at veðhalda fyri sambært nýggja uppskotinum um elveitingarlóg.
Men í uppskotinum til nýggja Elveintingarlóg er ábyrgdarbýti grundleggjandi broytt. Framyvir verður allir avgerðarrættur viðvíkjandi netinum hjá SEV fluttar Landsmynduleikunum ímeðan kommunurnar framhaldandi skulu bera allan váðan viðvíkjandi útbygging og rakstri av netinum.
Hetta er eftir felagsins meting grundleggjandi í stríð við meginregluna um at fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarættinum.
Sum dømi kann landið framyvir taka avger um at netfelagið skal framleiða eina størri mongd av orku burtur úr varandi orkukeldum so sum aldu ella vindi, hóast hetta tøkniliga og fíggjarliga er burtur úr vón viti. Men við uppgávubýtinum sum lógin leggur upp til, so er ta ikki landið sum kemur at kenna sviðan av skeivum avgerðum, men haraftur ímóti kommunurnar sum framhaldandi koma hava allar fíggjarligar skyldur sambært uppskotinum.
Felagið metir at talan er um so týðandi inntriv, at hetta er at samanbera við at landið ognartekur netið hjá SEV. Føroya Kommunufelag metir at vil landið hava ræðisrættin yvir netinum hjá SEV, so skal hetta gerast í samráðingum við kommunurnar, ið er veruligi eigararnir av SEV, og so skulu kommunurnar hava hóskandi fíggjarliga kompensatión fyri hetta.
Kommunurnar hava at kalla ikki verið við í tilevningini og viðgerðini av hesum uppskotið, ið kann hava sera víðfevndar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.
Føroya Kommunufelag mælir tískil til at uppskotið verður tikið aftur, og at samráðingar fara fram ímillum Landsmyndukeikarnar og kommunurnar/SEV um hvønn leiklut kommunurnar/SEV skula hava í samband við elveitingarøkið í framtíðini.










