SAMRØÐA
Tónin og høvuðs boðskapurin er tann sami sum áður hjá Anders Fogh Rasmussen. Føroyingar skulu sjálvir gera av, hvat hendir og ikki við møguligum yvirtøkum í Føroyum.
Vilja føroyingar úr ríkisfelagsskapinum, so er hetta upp til føroyingar sjálvar, ljóðar tað frá forsætisráðharranum.
Nýggja felags fráboðanin hjá løgmanni og Anders Fogh Rasmussen savnar eina røð av yvirtøkum undir einari lóg ? men innanfyri ríkisfelagsskapin.
Takið støðu
Ein møgulig yvirtøku er flogvøllurin í Vágum. Sum er eiga danir flogvøllin umvegis Statens Luftfartsvæsen.
Fyri stuttum var sokallaða Føroya nevndin á Fólkatingi á vitjan í økinum hjá nevndini. Tá søgdu Aage Frandsen frá Socialistisk Folkeparti og Søren Søndergaard frá Enhedslisten, at tað var skyldan hjá dønum at hava ordan í sínum tingum í Føroyum, og hetta merkir eisini flogvøllurin. Er tað neyðugt at gera íløgur, so er tað júst tað, ið danir eiga at syrgja fyri, soleiðis at flogvøllurin kann virka eftir nútímans treytum uttan undantak.
Men hesum er Anders Fogh Rasmussen ikki heilt samdur við andstøðulimirnar í.
? Teir báðar eru jú kendir fyri ikki at kenna politiska ábyrgd. Tað er jú lætt hjá teimum at koma til Føroya og siga tílíkt ? teir skulu ikki gjalda, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Hvat fer so at henda við flogvøllinum í Vágum?
? Eg havi givið landsstýrinum eitt gott tilboð: Landsstýrið kann yvirtaka flogvøllin fyri einki, soleiðis sum hann stendur nú.
Skal danski staturin hinvegin ígongd við at gera íløgur í flogvøllin. So meti eg, at landsstýrið noyðist at gjalda fyri at yvirtaka flogvøllin.
Tískil haldi eg, at føroyingar eru best tæntir við at yvitaka flogvøllin nú ? og so sjálvir gera tær neyðugu íløgurnar, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Sostatt ger danski forsætisráðharrin púra greitt, hvør støðan hjá honum til flogvøllin er.
Flogvøllurin er donsk ogn ? eins og so nógv annað í Føroyum. Er tað ikki skyldan hjá danska statinum at hava skil í sínum tingum í Føroyum?
Jú, tað er rætt. Tí er tað týdningarmesta eisini, at føroyingar taka eina støðu til, hvørt tit ynskja at yvirtaka flogvøllin ella ikki.
Vilja føroyingar ikki yvirtaka flogvøllin, so mugu vit taka støðu til, hvat er neyðugt at gera við flogvøllin, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Forsætisráðharrin er ikki í iva um, at tilboðið um at yvirtaka flogvøllin fyri einki, er eitt gott tilboð, og hann heldur føroyingar eiga at umhugsa, um ikki hetta hevði verið ein gongd leið.
Løgmaður og forsætisráðharrin hava prátað um hetta. Men einki evstamark er sett.
? Eg haldi, nú tit at seta fokus á yvirtøkur og íløgur í flogvøllin, at tit eiga at taka eina greiðu støðu til, um tit vilja ella ikki vilja yvirtaka flogvøllin, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Bólturin hjá okkum
Síðani skjótt tvey ár sum forsætisráðharrin hevur Føroya politikkurin hjá Anders Fogh Rasmussen og stjórn hansara verið óbroyttur. Og tað sama er galdandi nú.
Bólturin liggur hjá tykkum, ger Anders Fogh Rasmussen greitt. Og hetta tykjast eisini føroysku myndugleikar at vera á einum máli.
Fyri Anders Fogh Rasmussen er ríkisfelagsskapurin ein felagsskapur millum trý lond við eins rættindum.
?Sum støðan er, so avgera tit sjálvi ferðina á yvirtøkuna ? innanfyri ríkisfelagsskapin. Støðan er greið, og nú fáa vit í Danmark at síggja, hvat tit fara at gera, sigur ein avkláraður Anders Fogh Rasmussen at enda.