Takið sjálv pengarnar

Skal nakað munandi fáast burtur úr lokalari ferðavinnu, er neyðugt, at pengarnir, sum ferðafólk leggja eftir seg, verða verandi í lokaløkinum

Tað er sera umráðandi, at fólkið , sum býr á staðnum, har fremmand ferðafólk vitja, eru við í ferðavinnuni, soleiðis at peningurin, sum fremmandafólkini leggja eftir seg í landinum, verður verandi á staðnum, har hann er brúktur, segði Oda Andreasen, »produktchefur« hjá Stena Line, á ferðavinnufundi í Vágum á páskum.
Oda Andreasen, sum er ættað úr Havn, arbeiðir í dag hjá stóra ferjufelagnum Stena Line, men hevur áður verið ferðavinnustjóri í Løkken í Norðurjyllandi. Tað var við støði í hesum starvi, at hon var biðin um at hugleiða um ferðavmøguleikar í Føroyum við serligum atliti at Vágum.
Fyrsta boð hennara var, at skal nakað munagott fáast burtur úr ferðavinnu í Vágum, eins og í øllum slíkum lokaløkjum, er neyðugt, at heimafólkið er við og fær vinningi, heldur enn at ferðaskrivstovur ella incomingfeløg aðrastaðni fara við teimum.
Tað er sera umráðandi, at ferðafólkini koma beinleiðis til teirra, sum skulu liva av lokalu ferðavinnuni. Ov nógv millumlið gera bara ferðina ov dýra, so ov lítið liggur eftir á staðnum. Tí er sera umráðandi hjá lokalu vinnuni, eitt nú eini kunningarsovu, at gera gott lýsingararbeiði, vísti Oda Andreasen á.
Hon vísti sum dømi á allar tær milliónirnar, sum norðurlendsk ferðafólk brúka á Mallorca. Pengarnir fara ikki til Mallorcabúgvar, men til stóru norðurlendsku ferðafeløgini, sum senda hesi fólkini avstað og sjálv skipa fyri øllum, sum gjørt verður á ferðini.
?Skal hetta mynstrið brótast, er neyðugt, at heimafólkið sjálvt aktivt tekur lut í vinnuni, segði Oda Andreasen.
Hon vísti á nakrar møguleikar, ið ein oyggj sum Vágar hevur, men sum hon metti vórðu ov lítið troyttir. Ikki bara her, men í landinum yvirhøvur.
Oda Andreassen vísti á, hvørja styrki hon sá í ferðavinnu í Vágum, eins og hon eisini vísti á nakrar eyðsýniligar veikleikar.
Tað, sum ferðavinnan í Vágum eftir hennara meting eigur at gera nyttu burturúr, er vøkru náttúruni og góðu gongumøguleikunum, ið Vágar hava at bjóða. At fólk halda seg til sum ferðaleiðarar á slíkum túrum, og at tey samstundis leggja seg eftir at brúka ta søgu og tær sagnir, sum knýta seg at oynni. Tað sama er galdandi, tá siglt verður fram við landi við ferðafólki. At duga at siga frá tí, sum fólk síggja.
Men vit eiga at ansa eftir ikki at gerast alt ov staðbundin kortini, vísti hon á. Ikki at smæðast fyri at siga eina søgu ella vísa á eithvørt, sum finst aðrastaðni í landinum. Tí ferðamaðurin er ikki staðbundin og kennir ikki kommunumørk. So um hann fær eina góða søgu um eitthvørt aðrastaðni í landinum, ger tað bara uppliving hansara tað størri.
Og eisini Oda Andreasen vísti á tann afturvendandi vansan, sum ferðavinnufólk vanliga steðga við. Ov fáar gistingarmøguleikar í oynni. Ov fá matstøð. Og ov fá alment atkomilig wc. Slík sjálvsøgd ting, sum ferðafólk bara taka sum givið, at tey fáa boðin, tá tey vitja eitt fremmant stað.